Forever. Onki minni kann gera tað, nú rapp millióningurin Puff Daddy aftur tekur orðið á nýggjari fløgu. Hann gera tað á 19 løgum. Amerikanska stórbýar ghettomentanin er alráðandi og at sita og lurta eftir Puff Daddy meðan heimaærin hjá grannanum jarmar í skýmingini her í Norður Atlanshavi kann vera ikki sørt av einum surrealistiskum upplivilsi.
Rap hevur yvirlivað allan kritikk og livir sum ongantíð áður í amerikansku ungdómsmentanini. Puff Daddy groovar, tá hann fýsir út síni illu herróp afturvið maskinriknu trummu-beatunum. Melodiskar kompositiónir eru at kalla ongar, men at finnast at hesum er líkasum at hava misskilt tað heila. Daddy prædikar og rappar um somu leið. ?Fuck!? og ?motherfucker!? eru dyggiliga brúkt verbum á Forever. Ríkdómur, bilar, gull-ur og konufólk er sjálv meiningin við lívinum. Hevði siðvenjuráðið fingið fløguna til ummælis, var niðurstøðan helst púra greið. Never.
Men er tað ikki júst tað, rapp snýr seg um, nú tá kollveltandi hippi-rockararnir í 60- og 70?unum eru vorðin ein slipsaklødd maktelita á samfelagsins hægstu rók?
Rockur er vorðin konfortabul og vandaleysur. Hvat nyttar tað, at sjálvt fólkaskúlalærarin tárar, tá næmingurin spælir riffið til ?Smoke On the Water?. Rockur er niðurslitin provokatión.
Leingi livi rapp!