Leila Solmunde farin

Í gjár andaðist Leila Solmunde, forkvinna í MBF, 50 ára gomul. Hon gjørdist sjúk fyri nøkrum vikum síðani.

Leila Solmunde er ættað úr Trongisvági. Hon var dóttir Jørleif Solmunde úr Søldafirði og Palmu, fødd Mortensen, úr Trongisvági.

Sum 18 ára gomul fekk Leila staðfest liðagikt, sum førdi til, at hon gjørdist avlamin og sat í koyristóli. Hon var forkvinna í Giktafelagnum í 16 ár, og hevur síðstu árini stórnað MBF, sum er meginfelag fyri 23 limafeløg.

Í 1983 flutti Leila til Fuglafjarðar og seinni á Kambsdal at búgva. Hon átti einkarsonin Paula, sum er føddur í 1983 og sum doyði í ferðsluvanlukku 18 ára gamal í 2001. Hon var gift við Mourits Simonsen úr Fuglafirði.

Leila Solmunde var kend, avhildin og vird sum ein stríðskvinna, sum lurtað varð eftir – og sum hon sjálv sigur á heimasíðu síni: »Mítt brek er eingin forðing fyri at njóta lívið«