HM-endaspælið í 2030 verður ein merkilig stødd.
Tríggir av teimum fyrstu HM-dystunum skulu spælast í Suðuramerika fyri at markera, at tað tá eru 100 ár liðin síðani fyrsta HM-endaspælið í fótbólti var í Uruguay í 1930. Meiningin er, at HM-setanardysturin skal spælast í Montevideo í Uruguay, tí tað var har fyrsta HM-finalan var leikt í 1930.
Annars skal HM-endaspælið í 2030 avgreiðast í Spania, Portugal og Marokko.
Leikvøllirnar sum skulu brúkast undir HM-endaspælinum í 2030 eru nú kunngjørdir.
Í Spania vera HM-leikvøllirnir hesir:
- Camp Nou (Barcelona)
- Santiago Bernabeu (Madrid)
- Metropolitano (Madrid)
- Estadio Anoeta (San Sebastian)
- Gran Canaria Stadium (Palma)
- Estadio La Cartuja (Sevilla)
- RCDE Stadium (Barcelona)
- Estadio Riazor (A Coruna)
- Estadio de San Mames (Bilbao)
- New Romareda (Zaragoza)
- La Rosaleda (Malaga)
Í Marokko vera HM-leikvøllirnir hesir:
- Prince Moulay Abdellah Stadium (Rabat)
- Ibn Batouta Stadium (Tanger)
- Adrar Stadium (Agadir)
- Stade de Marrakech (Marrakesh)
- Stade Foot Fès (Fez)
- Grand Stadium of Casablanca (Casablanca)
Í Portugal vera HM-leikvøllirnir hesir:
- Estadio da Luz (Lissabon)
- Estadio Jose Alvalade (Lissabon)
- Estadio do Dragao (Porto)










