Leikur um Lykkenborg

Lykkenborg er ein sjónleikur bygdur á lívið hjá einum føroyskum originali. Pól Jóhannus Poulsen, eyknevndur Lykken, vaks upp undir trongum korum úti á bygd í føroyska fiskivinnusamfelagnum og var ikki sum hini. Hugur hansara var øðrvísi og heldi hann ímóti listaligum arbeiði. Leikurin er um hvussu hann treiskaðist við og, í móti øllum brøgdum, megnaði at byggja listaverkið Lykkenborg - ein villiniborg, sum var so stór í vavi, at tann, sum sá hana misti ondina, og so fløkjalig, at tann, sum hættaði sær at fara inn í hana segðist at aldrin koma út aftur.

 

Harumframt er sjónleikurin um, tá Pól Jóhannus sum tannáringur í 1939 varð skræddur upp við rót og sendur til Danmarkar á Rødbygård, ein av mongu ótespiligu stovnunum undir "Åndssvageforsorgen".

 

Endamálið við at siga søguna um Pól Jóhannus Poulsen, er at fáa listamannin ritaðan inn í listasøgu Føroya og Lykkenborg, stórverk hansara, endurreist sum tað týdningarmikla listaverkið tað var.

 

Leikurin er ein einkvinnuleikur og verður settur upp av listabólkinum Det Ferösche Compagnie.

 

Leikari - Kristina Sørensen

 

Handrit og leikstjórn - Búí Dam

 

Pallmynd - Sámal Blak

 

Tónleik - Dánjal á Neystabø

 

Koreografi - Búi Roach

 

Ljós - Súni Joensen

 

Framleiðslu -Urd Johannesen

 

Lykkenborg hevur frumsýning 1. juni 2022 í Listastovuni í Miðvági.