Leikur um list og langtan

Ein av heimsins vakrastu kærleikssøgum um parlagið millum deyðasjúka russiska høvundan Anton Tjekov og sjónleikarinnuna Olgu Knipper, verður í næstum framførd á Meiarínum av sjónleikaraparinum Maritu Dalsgaard og Olaf Johannesen.


Tá tey bæði, Anton Tjekov og Olgu Knipper hittast, eru tey ávikavist 38 og 29 ára gomul. Tey eru bæði listafólk í mentanarumhvørvinum í Moskva í seinnu helvt av 1800 talinum. Hann skrivar leikir og hon spælir teir. Um hetta mundið fer ein listarlig kollvelting fram á russiska sjónleikapallinum, har innilig og djúp psykologisk drama um langtan menniskjans verða sett í staðin fyri gomlu hetjudyrkandi stórverkini. Tjekov er høvundi til nógvar av leikunum, sum verða framførdir á nýstovnaða slóðbrótandi listasjónleikarhúsinum, sum Olga, saman við eitt nú navnframa Stanislavski, setir á stovn.
 
Listin ella kærleikin
Leikurin, Eg taki tína hond í mína&, snýr seg um brævaskiftið millum Anton Tjekov og Olgu Knipper, tey seks árini tey eru gift. Tey eru burtur frá hvørjum øðrum meginpartin av tíðini, og náa at skriva 800 brøv sínamillum, til hann doyr bert 44 ára gamal. Anton Tjekov hevur tuberklar, og noyðist at liva í heita umhvørvinum á Krim um veturin, tí kuldin í Moskva er vandamikil fyri viðbreknu heilsu hansara. Samstundis spælir Olga sjónleik í Moskva, og verður listin so at siga prísurin fyri kærleikan teirra millum, tí tey kunnu ikki vera hvørgan fyriuttan: listina ella kærleikan. Um veturin verður hjúnalagið livað gjøgnum brøvini, har teir báðir málsligu ekvilibristarnir, við vøkrum og nemandi orðum, siga søguna um vakra og dramatiska kærleikan, har kenslurnar sveiggja millum bjartskygni og dapurskygni, meðan langtan og longsul gevur teimum áræði og køvir, hvørt um annað. Tey eru gift til Tjekov doyr 44 ára gamal og Olga livir til hon verður 91 ára gomul. Hon varð ongantíð gift uppaftur.
 
Ævigt tema
Sambært Solveig Weinkouff, sum stjórnar leikinum, er temaið í leikinum tað ævigt galdandi: longsul. Og hon vísir á, at søgan minnir ikki sørt um sjúkraleguna og kærleikssøguna hjá Jørgen Frants Jacobsen, soleiðis sum William Heinesen skrivar um hana.   
- Vit menniskju eru so løgin, tí okkum leingjast altíð. Um tað er eftir betri veðri ella einum sjómanni, tað er líkamikið. Longsulin er altíð til staðar, alla staðni og hjá øllum. Tað er hetta leikurin snýr seg um, og Marita og Olaf koma framúr væl frá framførsluni, tí tey sínamillum hava eitt samband, sum røkkur langt út um pallin, sigur Solveig, sum seinast arbeiddi saman við Maritu Dalsgaard í sambandi við framførsluna av leikinum um Frú Marie Grubbe.
- Tað hevur altíð verið ein dreymur fyri meg at sleppa at arbeiða saman við Olaf Johannesen, og tá Marita spurdi um eg kundi leikstjórna hendan leikin um kærleikssøguna hjá Anton Tjekov og Olgu Knipper, var eg ikki í iva, tí eg kenni Maritu sum ein ómetaliga sterkan sjónleikara, sum framum alt megnar at vera hundrað og tjúgu prosent til staðar alla tíðina, sigur Solveig. Og hon heitir á fólk, sum vilja uppliva eina rættiliga kærleikssøgu, um at sleppa øllum øðrum og at koma til leikin.
 
Leikurin Eg taki tína hond í mína& verður frumsýndur leygardagin 24. juni í Meiarínum.

--


Fakta:

 
Eg taki tína hond í mína&
 
Amerikanski høvundin Carol Rocamora hevur skrivað leikin við støði í teimum 800 kærleiksbrøvunum. Marita Dalsgaard hevur týtt leikin til føroyskt.
 
Leikurin er fyrsti leikurin, sum Leiklistaráðið stuðlar. Leiklistaráðið virkar sum stýri fyri Tjóðpall Føroya. Ein av uppgávum leiklistaráðsins er at seta stjóran fyri Tjóðpallin og aðrar yvirskipaðar uppgávur í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild.
 
Danski leikstjórin Solveig Weinkouff stjórnar leikinum.
Leikarar eru Olaf Johannesen og Marita Dalsgaard.
 
Frumframførsla 24. juni 2006 í Meiarínum í Tórsgøtu.
 
--
 
Fakta:
 
Leikstjórin Solveig Weinkouff hevur starvast við sjónleiki síðani 1980, bæði sum sjónleikari, assistentur, lærari, pallsmiður og framleiðari. Í 5 ár var hon ein fastur partur av leiðsluni á navnframa Jomfru Ane Teatret. Solveig hevur undirvíst á Statens Teaterskole og Danmarks Designskole og hon hevur leikstjórna eitt nú Cecilia av Lise Jørgensen (Egnsteatret Masken 2004), Besøg av Jon Fosse (RadioDrama 2003), Besøg av Jon Fosse (Mungo Park 2003), Vinter av Jon Fosse (Rialto 2001), Før natten kommer (Workshopscenen  Statens Teaterskole 2000). Í 2000 fekk Solveig íverksetarastuðul frá Statens Kunstfonds. Solveig menti konseptið til framførsluna Magt (Krudttønden 2005).