Leiktur fyrstu og einastu ferð 8. februar í 1941

”KJØRBREYT” er 33. útgávan í leikritarøðini, sum Forlagið FANNIR fór undir í 2010.

 

Sigurð Joensen frá Gjógv (1911-1993) skrivaði leikin, sum varð leiktur fyrstu og  einastu ferð 8. februar í 1941. Leikurin er sprottin úr loysingarhugaða umhvørvinum millum lesandi føroyingar í Keypmannahavn í seinna heimsbardaga.

 

Leikurin er tíðarbærur við sínum tilsipingum um toganina millum sjálvbjargni og ófrælsi – hvussu føroyska tjóðin velur stuðul fram um tjóðarfrælsi, tunnilsloysnir fram um mentanarliga tjóðarbygging. Í leikinum kemur fram uppskot um at gera tunnil millum Føroya og Danmarkar.

 

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

 

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

 

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.