Leikstjórin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag er givin

Hollendski leikstjórin hjá Klaksvíkar Sjónleikarfelag segði í farnu viku starv sítt upp og fór av landinum. Hon helt ikki, at samstarvið riggaði

 

Tríggjar vikur áðrenn ætlaðu frumsýningina av nýggjum leiki stendur Klaksvíkar Sjónleikarfelag uttan leikstjóra.

Caroline Zantonique gavst í farnu viku sum leikstjóri, og leygardagin fór hon aftur til Hollands.

? Tað var ógjørligt hjá mær at halda fram sum leikstjóri. Tað er eingin ávísur persónur ella hending, sum hevur gjørt, at eg eri givin, men heldur nógvir smálutir, sum at enda gjørdu tað ógjørligt at halda fram, sigur Caroline Zantonique.

Hon kom í januar mánaði til Klaksvíkar at leikstjórna klassiska leikin, Aftugongur, sum Henrik Ibsen skrivaði í 1881.


Fingist nógv við sjónleik

Caroline Zantonique var í Føroyum sum ferðafólk í fjør, og tá var tað, at hon fekk samband við Klaksvíkar Sjónleikarfelag.

Síðani samskifti hon nakað við felagið, og endin var, at hon kom til Klaksvíkar at leikstjórna.

Hollendski leikstjórin hevur fingist við sjónleik, síðani hon var seks ára gomul. Hon hevur spælt, men seinnu árini hevur hon serliga virkað sum leikstjóri heima í Hollandi.

Hon er ættað úr Utrecht, og tað er higar, hon nú er farin.


Vónbrotin

Seinastu vikurnar hava teir fimm leikararnir og leikstjórin vant nýggja leikin, sum eftir ætlan skuldi hava frumsýning 10. mars.

? Eg kom ikki til Klaksvíkar fyri at gevast, so tí eri eg sjálvandi vónbrotin av hesum. Eg ivist heldur ikki í, at leikararnir eru vónbrotnir og keddir av, at eg eri givin, sigur Caroline Zantonique.

? Tá eg upplivdi ein múr millum meg og leikararnar, visti eg ikki, hvussu eg skuldi fram, og tí helt eg tað vera best, at eg gavst.

Hollendski leikstjórin sigur seg ongantíð áður verða givin sum leikstjóri, áðrenn arbeiðið var liðugt.

Eingin avgerð

Venjingarnar við nýggja leikinum eru komnar væl ávegis, men framvegis er fitt av arbeiðið eftir, áðrenn leikurin kann frumsýnast.

Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur ikki enn tikið endaliga avgerð um, hvussu tað verður við leikinum.

Mest sannlíkt er tó, at nýggjur leikstjóri fer at standa fyri leikinum, sum helst verður frumsýndur nakrar vikur seinni enn ætlað.