Leikskráin fyri Premier League 2022/2023 er komin

Manchester City og Liverpool leggja fyri við útidystum

Av tí, at HM-endaspælið í Katar verður avgreitt millum 21. november og 18. desember byrjar Premier League longu 5. august.

 

Dystirnir í fyrsta leikumfarinum eru hesir:

 

Crystal Palace - Arsenal

Fulham - Liverpool

Bournemouth - Aston Villa

Leeds - Wolverhampton

Leicester - Brentford

Newcastle - Nottingham Forest

Tottenham - Southampton

Everton - Chelsea

Manchester United - Brighton

West Ham - Manchester City

 

Seinasta leikumfarið undan HM-endaspælinum verður 12. november. Aftaná HM-endaspælið verður kappingin tikin uppaftur 2. jóladag. Onglendingar hava leikt dystir 2. jóladag síðani 1888, og teir ætla so avgjørt ikki at sleppa tí siðvenjuni.

 

Kappingin í Premier League endar 28. mai.

 

HER  ber til at síggja alla leikskránna fyri Premier League, kappingarárið 2022-2023.