Leygarkvøldið fara Leikmenn at undirhalda á føroyska spælistaðnum Skarv í Keypmannahavn Við eru Dagfinn Joensen úr Funningsfirði og Bjarti Dalheim úr Gøtu, báðir við gittara og sangi. Teir hava spælt saman í fýra ár og fara nú fyri fyrstu ferð á føroyska spælistaðið á flatlondum. Báðir eru úr bólkunum EGR2PLZ og Orkestriii har Vesturiii.










