Einn einaferð verður livandi tónleikur bæði kvøldini í Manhattan um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið spæla Leikmenn í Manhattan. Bólkurin er mannaður av Dagfinni og Bjarta, sum vanliga spæla harðan tónleik í Eager 2 Please. Men hesir báðir hava ein tveymannabólk við síðuna av, ið spælir friðarligan akkustiskan tónleik.
Leygarkvøldið verður tað so Jens Marni úr Showmonnum, sum fer at royna seg einsamallur í Manhattan.










