Leikmenn í Manhattan

Teir eru helvtin av Eager 2 Please. Um teir eru tann betra helvtin, er ilt at siga, men teir kalla seg Leikmenn og spæla í Manhattan hetta vikuskiftið. Annar er úr Funningsfirði og eitur Dagfinn Olsen, hin eitur Bjarti Dalheim og er úr Gøtu. Báðir spæla teir gittar og syngja. Framførslurnar plaga ikki at vera so hátíðarligar. Tað meiri ball og syngið-við-stemningur, tá Leikmenn standa fyri undirhaldinum.