Hvussu skulu universitetini laga seg til framtíðar krøv, og hvussu skulu tey taka við teimum avbjóðingum, sum koma?
Hetta eru nakrir av teimum spurningunum, sum 6 rektarar fara at røða um á verkstovu, sum rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Malan Marnersdóttir hevur boðið til.
Rektarnir, ið vera við á verkstovuni eru: Ole Marquard, Ilisimatusarfik, Guðmundur G. Haraldson (vararektari), Háskóli Íslands, Þórsteinn Gunnarsson, Háskólin á Akureyri, Tove Bull, Tromsø Universitet, Sven Caspersen, Aalborg Universitet og Malan Marnersdóttir, Fróðskaparsetur Føroya.
Fyrra dagin fara rektarnir á teimum fimm universitetunum í útnorðri at røða um teirra viðurskifti, sum ikki eru heilt tey somu sum hjá teimum stóru universitetunum á meginlandinum. Rektarin á Aalborg Universiteti tekur í sínum parti støði í kjakinum uttanfyri útnorður, men kemur eisini inn á møguleikar og krøv til universitetini í útnorðri.
Landsstýrissmenn, løgtingslimir, starvsfólk á setrinum og umboð fyri útbúgvingar- og granskingarstovnar í Føroyum eru boðin við á verkstovuna. Verkstovan verður fríggjadagin 21.9 og leygardagin 22.9 á Sjómansskúlanum í Havn, báðar dagarnar verður byrjað klokkan 9.00.