Leikluturin hjá embætis­verkinum at tryggja rættarsamfelagið

Kristina Samuelsen, advokatur
-----
Í grein fyrr í mánaðinum setti eg spurnartekin við, hvat vit skulu hava embætisfólk til. Her vil eg royna at koma spurn­ing­inum eitt sindur nærri við eini lýsing av nøkr­um per­sóns­ímyndum.
Jeronimus og Politicus eru í­mynd­ir, ið lýsa ytstu mørk­ini, tá tað kemur til dygd­ir hjá embætismonnum. Sam­stund­is kann man kanska siga, at Je­r­o­n­imus er verji hjá rætt­ar­sam­fel­ag­num, með­an Pol­i­ti­cus er verji hjá demo­krat­i­num.
Jeronimus umboðar tær fyrr kendu klassisku em­bæti­s­mann­a­dygd­ir­nar sum sak­kunn­leiki, løg­frøð­i­lig­an rætt­leika, fak­lig­heit, nær­lagni og rætt­ar­trygd. Jer­o­n­i­mus skil­ir eis­ini týdn­ing­in av at verja tær klass­isku dygd­ir­nar. Hann er verji fyri, at regl­ur verða yv­ir­hildn­ar og garant­ur fyri sak­kunn­leika og konti­nui­teti. Sam­stund­is er hann eis­ini gar­ant­ur fyri, at eing­in kann seta spurn­ar­tek­in við, um tað, sum fer fram, er lóg­ligt. Men hann hev­ur eis­ini nakr­a­r nei­lig­ar síð­ur. Hann er sera upp­tik­in av at verja tað ver­andi og vísa á hvørj­ar forð­ing­ar kunnu vera fyri pol­it­isk­um ætl­anum, held­ur enn at finna loysnir. Sær sjálvdan fyr­i­mun við broyt­ing­um og hev­ur sum motto: ”Vera sum tað er, verða sum tað var”.
Jeronimus bleiv í 80- og 90-u­num lutvíst trokaður burt­ur av Pol­i­ticus, ið legg­ur dent á tey pol­it­iskt-takt­isku at­lit­ini. Leik­lut­ur­in hjá Poli­ti­cus er at vera kreativur menn­ari av hug­skot­um og vera pol­it­iskur ráð­gevi. Hann leggur størri dent á politiska inn­living og ”gefühl” enn løg­frøð­i­ligan rætt­l­eika. Fer fyrst eftir tí røttu politisku loys­n­ini og spyr so aftaná – um hann yv­ir­høv­ur minn­ist til tað – um loysnin er í sam­svari við lóg og rætt. Er tað iv­a­samt, so hálar hann í elast­ikk­ið.
Í tí reint demokratiska sam­­fel­ag­num eigur em­bæt­is­mað­ur­in ein­ans at vera tæn­ari hjá tí politisku leiðsluni. Men í og við at vit ikki bara liva í einum demokratiskum sam­felagi, men eisini í ein­um rætt­ar­sa­m­fel­agi, so ligg­­ur tað ein skylda á em­bæt­is­­mann­i­num at rað­festa rætt­ar­­­sam­­fel­ag­ið og krav­ið um sa­k­­k­­unn­leika hægri enn demo­­kra­t­i­ið. Rætt­ar­sam­fel­ag­ið er grund­vøll­urin und­ir okk­­ara kon­sti­­tu­ti­onella ­demo­­krat­i­ið.
Tað er ein avbjóðing, og ofta sera trupult fyri em­bæt­is­verk­ið, at lyfta sína skyldu at rað­festa rætt­ar­sam­fel­ag­ið. Ser­liga um møgu­leik­ar­nir fyri al­menn­um inn­liti í tær pol­it­iskt-fyri­sit­ing­ar­ligu av­gerð­ar­mann­a­gongd­ir­nar eru ván­a­lig­ir, ella um tað inn­an­hýs­is í fyri­sit­ing­ini ikki er vilji til at kjak­ast op­ið um trup­ul­leik­ar.
Hinvegin skal man eis­ini taka atlit til, at um em­b­æt­is­verk­ið ikki vil veita politisku skip­an­ini tað vøruna, sum poli­t­iska skipanin ynskir at fáa, so vilja politikararnir finna aðrar veitarar (antin eks­tern­ar ráðgevar ella in­tern­ar pol­it­isk­ar ráð­gev­ar). Hetta skal so setast upp í­móti tørvinum á at varðveita in­te­gri­tet­in og trúvirðið hjá em­bæt­is­verk­i­num.
Politicus kann sostatt tryggja, at tað ber til at varð­v­eita skipanina, vit hava við ikki politiskum em­bæt­is­monn­­um. Men tekur hann yv­i­r, so er vandi fyri, at vit missa rættarsamfelagið.
Avbjóðingin er at finna ta røttu javnvágina millum Jer­o­n­i­mus og Politicus, bæði hjá tí ein­staka em­bæt­is­mann­i­num, men í øllum førum í em­bæt­is­mann­a­skip­an­ini sum heild.
Skipanin virkar ikki, tá Pol­i­ticus tekur yvir, og alt kann og skal metast við grund­­ar­lagið í politiskum at­­li­­t­um, og tá reglur og fak­kunn­­leiki verða togaðar og bend­ar eftir umstøðunum. Vand­in við Politicus er ein ov stór pol­i­tisk undirbrotligheit og eitt ov ringt fakligt mó­t­spæl. Tí er tað av stórum týdn­­ingi at geva dygdunum hjá Jeronimusi rúmd. Tað er stræv­ið, men annars gongur gal­ið.

Við íblástri, og lutvíst sum beinleiðis týddar end­ur­gev­ing­ar, úr greinini: ”Samspillet mel­l­em politikere og em­beds­­mænd” hjá professor, dr. Jur. Jens Peter Christensen við Aarhus Universitet í út­gávuni: ”Etik, ansvar og vær­dier i den offentlige sektor”; Finansministeriet; ár 2000.