Leiklistin stórtrívist her á landi ? og seinasta prógvið er Per Gúnt

Ummæli

Tað var ikki smávegis føðingardagsgávu vit fingu frá Grímu, nú tað eru 25 ár síðan vit fyrstu ferð sóu Kópakonuna á palli skrivar Jógvan Ósá í ummælinum av leikinum Per Gúnt, sum Gríma frumframførdi leygarkvøldið


Blaðtjak í seinastuni hevur givið einum ta fatan, at tað at ummæla, er ein vísund.
Tað "fólkaliga" ummælið hevur ongan rætt ? og tú hevur bara at tiga og lata "ekspertar" ummæla, tí tað eru bara "vit", ið vita, og so skulu onnur onki siga/ skriva. Tey eru jú býtt.
Við tí treyt, at eg fái eitt slag yvir fingrarnar, skal eg "allernådigst" loyva mær at siga mína meining um Per Gúnt.
Kundi ikki lata vera við at hugsa, meðan eg sá leikin. Eru vit ikki komin langt??
Leiklistin stórtrívist her á landi ? og seinasta prógvið er Per Gúnt.
Tað var ikki smávegis føðingardagsgávu vit fingu frá Grímu, nú tað eru 25 ár síðan vit fyrstu ferð sóu Kópakonuna á palli.
Kendi ikki leikritið ? havi ongantíð sæð leikin og eiheldur lisið tað. Men eg kenni tónleikin hjá Grieg ? og hevði hoyrt okkurt um, at Per Gúnt var lygnari ? stórreypari ? ein íspegil ? men so ikki meira.
Tá eg 12. mars í ár segði Eyðun Johannessen frá hesum, helt hann fyri við meg, at tú er "heldigur" ? tí tú kemur inn í sjónleikarhølið við "tómum" høvdi ? og er klárur at taka ímóti øllum við opnum sinni.
Eg gevi Eyðun rætt. Tí tað var ikki lítið av eini uppliving, ið hettar "tóma" høvdið kom út fyri, sum gjørdi, at hárini reistust á høvdinum ? kalt fór oman eftir rygginum ? fyri so at sveitta, sum um man var á fjalli.
Uppsetingin var bara so góð ? at ein má ferð eftir ferð undrast yvir tey evni, ið Eyðun hevur fingið. Hann kann aftur og aftur kløkka okkum ? og gera okkum í so góðum lag ? at tú vil bara ikki, at løtan skal enda, so "pragtfult" er tað.
Ein má undrast yvir tílíkan klassikara, sum er 100 ár og meira, so kann tað framvegis siga okkum nakað ? og geva okkum nógv.
Eyðun Andreasen segði tað so væl eftir leiklok. "Tað kemur av, at vit framvegis eru menniskju ? við somu genum".
Eg skal ikki koma so nógv inn á sjálvt leikritið og gera meg klókan uppá tað. Tað kann onkur annar gera nógv betur enn eg, men bert hefta meg við uppsetingina ? og spælið. Ella var tað spæl?? Vóru persónarnir ikki tað tey framførdu á palli?? Í fleiri førum, helt eg tað.
Fyrst er at nevna tað, at Eyðun hevði valt, at "gamli" Per Gúnt (Páll Danielsen) var fyri tað nógva á pallinum, meðan hin "ungi" Per Gúnt (Hans Tórgarð) framførdi sína søgu - og hettar helt eg verða nakað av tí besta í leikinum. Allarhelst tí at Páll Danielsen er ein av okkara allar- allarbestu sjónleikarum og hetta megnar hann, at "spæla"- uttan at siga nakað. Tað var bara so gott at síggja hansara andlitsbrøgd, tí hann vísti okkum, hvat, ið fór at henda. Vit sóu næstan beinanvegin á Pálli, um tað var gott ella ringt. Eitt nú, tá ið trøllagentan fyrstu ferð trein á pall. Tá fingu vit við skeið at vita, at nú hendi nakað, sum var nakað "lort". Genialt.
Har var trølladansur ? har var fagur arabaradansur ? til yndisligan tónleik av Stamen Stantchev, ja, har var bara "alt".
Havi altíð havt ringt við at nevna nakran einstakan leikara. Veit av royndum, at hetta er eitt "team" ? har tann allarminsti leiklutur kann oyðileggja alt ? men eisini gera upplivilsi enn størri (tað finnast ikki smáir leiklutir, bert smáir leikarar), minnast vit øll, sum eru uppvaksin í Sjónleikarahúsinum í Havn.
Tó. Vit hava áður sæð, hvussu góður Hans Tórgarð er. Og hann blívur við og við. Um hettar var tað besta, kann eg ikki siga, tí hinir leiklutirnir hava verið so góðir. Men hugsa bara um skifti frá Per Gúnt til læknan. Tað vísti, hvussu "stórur" hann er.
Ein av mínum yndissjónleikarum er Páll Danielsen. Minnist hann sum heilt ungan, tá ið hann kom á sjónleikarskeið hjá MáF. Legði beinanvegin merki til hesar gávur, ið hesin unglingi hevði. Minnist, at eg segði við hann, um at ?dyrka" hesar gávur og ikki lata tær fara. Um tað vóru míni ráð, sum hann lurtaði eftir ? neyvan ? men tíbetur gjørdi hann av at spæla uppá "alt" klaverið ? og ikki bert uppá nakrar fáar tangentar.
Í Per Gúnt vísti hann enn einaferð, hvussu góður sjónleikari hann er. Ein góð vinkona, sum var við til frumframførðsluna, segði við meg, at Páll riggar best sum "eldri" sjónleikari, og eg gevi henni rætt. Hvør minnist hann ikki í "krypilin". Góði Páll. Eg gleddist, ja, eg var bara so glaður at síggja títt spæl. Tú er avgjørt ein av teim "stóru".
Eg fari ikki at nevna øll. Men skuldi helst gjørt tað. Tí spælið var so gott, og tit eiga øll eina rósu. Men eg má nevna Kára Øster.
Havi ferð eftir ferð undrast á hansara gávur, og Kári smæddist ikki burtur. Hann var framúrskarandi. Tó kann eg ikki lata vera við at nevna hann í leiklutinum, sum knappastoyparin. Ein sá, hvussu hann nýtti tað. Har var hann í "essinum". Eitt stórt UG til tín, Kári.
Ja, góða Gríma. Tøkk fyri føðingardagsgávuna. Hon var stór ? og vit koma at minnast hana leingi. Mín vón er, at okkara politikarar síggja, hvussu góð og stór okkara leiklist er. Hetta kunnu teir gera við at samtykkja Tjóðpall Føroya, so vit koma enn longri fram. TAÐ hevði verið føðingardagsgávan yvir øllum.
Skal eg siga nakað negativt, so er tað tað. At eg nú havi sæð leikin, og havi ikki tað til góðar, at síggja hann fyrstu ferð.
Men tit, ið hava tað. Tit hava nakað at gleða tykkum til. Eg eri ikki so lítið øvundsjúkur inn á tykkum.