Leikligi framburðurin hjá 07 Vestur var eyðsýndur

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen taka samanum 0-2 tapið ímóti B36

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Trygva Mortensen, sum sá sínar menn tapa 0-2 ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali fyrr í kvøld.

 

Trygvi Mortensen harmast, at hansara álopsspælarar ikki fingu gagnnýtt málmøguleikarnar teir høvdu, serliga tíðliga í dystinum. Men hann heldur, at leikliga var talan um framburð hjá 07 Vestur, sum tapti 0-7 ímóti NSÍ á heimavølli í undanfarna umfarinum.

 

Í teimum komandi umførunum hevur 07 Vestur útidyst ímóti Skála, og heimadyst ímóti EB/Streymur. Talan er um tvey lið, sum 07 Vestur kappast við at sleppa undan niðurflyting. Trygvi Mortensen hevur góðar vónir um, at 07 Vestur kann fáa úrtøku í teimum báðum dystunum.

 

Tó heldur Trygvi Mortensen, at B36 var tað betra liðið, og hevði 2-0 sigurin uppibornan.

 

Um ólavsøkuna sigur Trygvi Mortensen, at hansara spælarar sleppa á ólavsøku við familjum og unnustum, men hann vil síggja teir til venjing sunnumorgun.