Komandi sunnudag kl 18 verður frumframførslan av Leikhúsjólum í Sjónleikarhúsinum í Havn. Leikhúsjól er afturvendani tiltak, sum Havnar Sjónleikarfelag skipar fyri á hvørjum ári í jólamánaðinum. Tiltakið vendir sær serliga til børn, men ung og vaksin kunnu eisini vænta sær eina sera hugnaliga løtu í Sjónleikarhúsinum.
Í ár verður tiltakið skipað í tveimum pørtum. Sjónleikaraskúlin hjá Havnar Sjónleikarfelagi og Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla við Hedvig Westerlund sum lærara, skipa fyri einum parti, meðan onnur úr Havnar Sjónleikarfelag skipa fyri hinum partinum.
Tiltakið varar í umleið ein tíma og spælt verður fram til 18. desember.
Atgongumerkir á 50 kr. fáast í Kunningarstovuni í Havn, sigur Havnar Sjónleikarafelag.










