Leikhúsjól 2001


 

Sjónleikur


Nú er tíðin nærum komin, har Leikhúsjól hjá Havnar Sjónleikarafelag er á skránni.

Leikhúsjól er ein afturvendandi leikur hjá Havnar Sjónleikarafelag, tó í nýggjum sniðið hvørt árið.

Tey siga frá Sjónleikarafelagnum, at seinasta hálva árið hava nógv verið inni á gólvinum og spurt, hvussu verður við Leikhúsjólum í ár, tí tað er ein siður, og soleiðis at tað jú at vera.

Leikhúsjól vóru ikki á palli í fjør vegna ótrúliga góða undirtøku av sjónleikinum PIPPI, men fólk gleða seg ómetaliga nógv til Leikhúsjól 2001.

Havnar Sjónleikarafelag hevur i ár Leikbólkin SPÍRAR afturat sær. Tey hava sjálvi skrivað og improviserað seg til orð og leikgongd. Ein skúlabólkur hjá Sjónleikaraskúla Havnar Sjónleikarafelags og Tórhavnar kvøld-og ungdómsskúla setir eisini sín dám á Leikhúsjól í ár.

Sjónleikarafelagið vil ikki beinleiðis avdúka nakað áðrenn frumframsýningina, men við søgum og sangi fara álvar, vættrar, einglar og menniskju at undirhalda børnum, vaksnum, gomlum sum ungum og annars øllum teimum, ið síggja leikin í ein lítlan tíma.

Atgongumerkjasølan er byrjað, og tann fyrsta av 11 sýningum verður leygardagin 8. desember klokkan 15.00. Atgongumerki fáast í Kunningarstovuni og í húsinum ein tíma undan sýning.