Leikbannini strikaði

Kristian Johansen, formaður í Hondbóltssambandinum, sigur við Rás2, at avgerðin er tikin fyri at fáa frið á landsliðið, sum nógv rok hevur verið kring seinastu tíðina.

 

Hann vísir somuleiðis aftur, at nakað trýst hevur verið, og leggur stóran dent á, at hetta er ein avgerð, sum hondbóltssambandið eigur.

 

Dia Midjord, venjari, visti onki um avgerðina hjá honbóltssambandinum, men hann er fegin um avgerðina

- Eru karanterurnar strikaðar, so taka vit teir bestu 14 í landinum út, sigur Dia Midjord. Hann vísir somuleiðis á, at eisini Heini Hanusarson, sum fekk eitt heilt ár í karantenu, um hann er millum 14 teir bestu, verður tikin út.

 

Hann vil hinvegin ikki garantera fyri, at hetta skal geva nøkur stór framstig í úrslitunum, men sigur, at hetta ger arbeiði hjá venjaranum lættari.

 

Um skilið í samband við útidystirnar í framtíðini vil venjarin ikki siga so nógv, men hann vísir á, at tað altíð hevur verið hampiliga gott skil á ferðunum hjá landsliðnum, og at tað helst skal halda fram.