Altjóða ítróttardómstólurin (CAS) hevur í dag avgjørt, at fýra mánaðar leikbannið hjá Luis Suarez, fyri at bíta Giorgio Chellini, stendur við. Treytirnar eru tó broyttar, so framherjin hjá Uruguay og Barelona nú sleppur at venja við liðfeløgunum og spæla venjingardystir.
Les eisini: Nú fær Suarez endaliga dómin
Í uppruna leikbanninum frá altjóða fótbóltssamgonguni (FIFA) stóð, at Luis Suarez ikki sleppur at hava nakað við fótbólt at gera, so sum at venja, promovera felagið ella vera á leikvøllinum til dystir. Hesin parturin stendur ikki longur við.
Fótbóltssambandið í Uruguay, nýggja felagið hjá framherjanum, FC Barcelona og Luis Suarez sjálvur kærdu uppruna dómin til altjóða ítróttardómsstólin. Luis Suarez, sum í summar skifti frá Liverpool til Barcelona, kann nú alment vísast fram á Camp Nou.
Eisini inniber nýggi dómurin, at Luis Suarez kann spæla við í venjingardystum fyri bæði FC Barcelona og Uruguay. Hann hevur tó leikbann í kappingarførum dystum fyri Bacelona fram til 25. oktobur, umframt at hann hevur leikbann í átta dystir fyri landsliðið.