Leikbannið upp á tveir dystir stendur við, samstundis sum Coca Cola ikki vil hava nakað við Wayne Rooney at gera meir. Enska fótbóltssambandið hevur viðgjørt kæruna frá Wayne Rooney, har hann játta seg sekan í at hava bannað í eitt upptøkutól, men kærdi longdina á leikbanninum. Enska fótbóltssambandið, FA, stendur fast við leikbannið og tað merkir, at Wayne Rooney má sita yvir tá Manchester United skal spæla móti Fulham í vikuskiftinum og í hálvfinaluni í FA Cup móti Manchester City.
- Eg eri ikki tann fyrsti leikarin, ið bannar á vøllinum og eg verið heldur ikki tann síðsti, sigur Wayne Rooney í aftursvari til dómin.
Wayne Rooney hevur seinastu árini saman við konuni, Coleen Rooney, verið partur av lýsingum hjá Coca Cola. Fyritøkan lat illa at søgunum, sum bretsku miðlarnir komu við, um at Wayne Rooney hevði verið saman við skøkjum, meðan Coleen var við barn. Fyritøkan sigur sambært Dailymail, at lýsingarsáttmálin við Wayne Rooney, sum er verdur góðar fimm millionnir krónur um árið, ikki verður endurnýggjaður.
- Í mun til onnur, sum hava bannað í sjónvarpinum, so segði eg orsaka stutt eftir hendingina. Alíkavæl, so eri eg tann einasti, ið er revsaður fyri tílíkt, sigur Wayne Rooney víðari.
Wayne Rooney prógvaði í fjórðingsfinaluni í Champions League í gjár, at hann trívist væl undir trýstinum hann er undir í løtuni. Hóast Chelsea viðhaldsfólkini ýldu og róptu eftir honum allan dystin, so stóð hann eftir sum einsamalli málskjúttin í dystinum.
- Líkamikið hvat, so havi eg góðtikið at tað, ið er hent er hent og eg má bara koma víðari, sigur Wayne Rooney at enda.
Manchester United hevur eisini víst sína ónøgd við at revsingin ikki varð minkað.










