Í farnu viku skrivaðu vit, at føroyski landsliðs-leikarin, Pól Torsteinsson, varð dømdur at fáa leikbann í 3 dystir, orsakað av reyða kortinum hann fekk, tá hann var í hornatøkum við Patrik Berger í EM-undankappingardystinum í Prag, har føroyingar royndu seg móti kekkum.
Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, hevur upplýst fyri Sosialinum, at FSF, eftir at hava viðgjørt málið, er komið til ta niðurstøðu, at góðtaka sektaruppskotið. Orsøkin til at FSF ikki hevur kært avgerðina er, at eftir teirra tykki er hetta ikki at loysa seg, við tað at teir ikki væntaðu nakra broyting í málinum, hóast ein møgulig kæra varð latin UEFA
Sostatt stendur leikbannið við, og Pól Torsteinsson kann helst gloyma alt um landsliðsfótbólt fyri eina tíð, tí tað man neyvan vera sannlíkt, at Allan Simonsen fer at nýta Pól í venjingardystunum, sum verða leiktir komandi ár, tá hann ikki fær loyvi at nýta hann 3 tær fyrstu ferðirnar í undankappingini.
Berger eisini leikbann
Sum kunnugt var talan um tilburð, har Pól í hevnisøku feldi kekkiska landsliðsleikaran, Patrik Berger, eftir at hesin fyrst hevði rent Pól um koll og síðani traðkaði á liggjandi føroyingin.
Sosialurin hevði í gjár samband við umboð úr kekkiska fótbóltssambandinum, og kundi teir upplýsa fyri okkum, at Patrik Berger hevur fingið leikbann í 2 dystir. Kekkiska fótbóltssambandið hevur ikki kært dómin, og tískil mugu teir vera miðvallaran fyri uttan teir báðar fyrstu dystirnar í komandi EM-endaspælinum.