Leikbannið hjá Rooney stytt

Wayne Rooney verður bara leikbannaður í tveir teir fyrstu dystirnar, tá EM endaspælið verður komandi summar. Tað staðfesti UEFA í dag, eftir at Wayne Rooney og enska Fótbóltssambandið eru hoyrd í málinum.

 

Tað var í seinasta dystinum í EM undankappingini móti Montenegro, at Wayne Rooney sparkaði Miodrag Dzudovic niður og fekk reytt kort. UEFA gav enska framherjanum leikbann í tríggjar dystir.(Hendingin kann síggjast undir greinini)

 

Enska Fótboltssambandið valdi at kæra avgerðina, tí teir mettu at leikbannið var ov langt og víst á, at Andrei Arshavin fyri nøkrum árum síðani framdi eina líknandi gerð í somu støði og fekk leikbann í tveir dystir.

 

Í dag fingu so Wayne Rooney, Fabio Capello og enska Fótbóltssambandið møguleikan at leggja fram sína søk. Við sær høvdu teir millum annað eitt skriv frá Miodrag Dzudovic, sum greiddi frá, at Wayne Rooney hevði biðið um orsaka beint eftir hendingina.

 

Úrslitið av hoyringini á høvðusstøðini hjá UEFA í Sveis er, at leikbannið verður stytt til tveir dagar. Treyturnar eru, at um Wayne Rooney fær reytt kort í einum landsdysti komandi fýra árini, so verður tað leikbannið longt við eina dystinum, sum hetta leikbannið er stytt við, skriva bretskir miðlar í dag.

 

Ongland er í bólki saman við Fraklandi, Svøríki og Ukreina í EM endaspælinum. Wayne Rooney verður ikki tøkur til dystirnar móti Fraklandi og Svøríki, men kann spæla í seinasta dystinum móti Ukreina.