Leikbannaður til 2024 fyri match-fixing

Enskur fótbóltsspælari hevur fingið drúgt leikbann fyri at hava fingið gul kort við vilja

Fá í Føroyum munnu helst kenna til 26 ára gamla enska fótbóltsspælaran, Bradley Wood, sum í fjør spældi fyri Lincoln City í Onglandi. Men í Onglandi er fótbóltsspælarin vorðin eitt kent navn seinastu dagarnar.

 

Bradley Wood fekk nevniliga fyri tveimum døgum síðani harða revsing frá Enska Fótbóltssambandinum fyri sokallað match-fixing. Enska fótbóltssambandið hevur revsað Bradley Wood við einum leikbanni heilt til 2024 og einari bót á 30.000 krónum.

 

Orsøkin til harða leikbanni er, at Bradley Wood í farna kappingarári – kappingarárinum 2016/2017 hevði spælt og fingið onnur til at spælt uppá, at hann skuldi fáa gul kort í FA-Cup uppgerðunum móti Ipswich og móti Burnley.

 

Hóast Bradley Wood noktaði at hava fingið gulu kortini við vilja og til at hava fingið onnur at spælt uppá veddimálini, hava kanningar hjá enska fótbóltssambandinum víst, at talan var um avtalað spæl.

 

Kanningarnar hjá enska fótbóltssambandinum komu fyrst og fremst fram til, at slík veddimál ikki eru vanlig, og at tað bert vóru fólk, ið stóðu Bradley Wood nær, ið høvdu spælt uppá veddimálið. Til samans var vinningurin hjá teimum øllum fólkunum áleið 100.000 krónur.

 

Omanfyri ber til at síggja eitt video, sum greiðir frá um hendingina við Bradley Wood.