Leikbann í tríggjar dagar

Hóast hann ikki fekk reytt kort undir dystinum, so hevur Kappingarnevndin hjá HSF leikbannað Hans Áka Dal Christiansen hjá Kyndli í tríggjar dagar

Hondbóltur

Rættiligt rok var í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá Neistin og Kyndil spældu grannauppgerð í seinasta umfarinum í grundspælinum.
Dysturin var spennandi, og tí kókaði heilt yvir, tá ivamál tók seg upp um seinastu sekundini av dystinum. Her smekkaði Áki Mørk hjá Neistanum bóltin í netið til 25-24, og so hildu teir bláu, at stigini vóru tryggjað. Kyndilsmenn vóru tó í øðini, tí teir mettu tíðina vera farna, samstundis sum ein útskiftingsfeilur skuldi verið farin fram við seinasta Neista-álopið.
Eftir fleiri minuttir við tinginum og rokið varð málið eisini kolldømt, men undan hesum hevði stórt rokilsi verið við dómaraborðið.

Tyngjandi dómarafrágreiðing
Í sjálvum rokinum, sum tá var, varð einki kort givið frá dómarunum, men drúgv frágreiðing er skrivað um tað, sum gekk fyri seg.
Og Kappingarnevndin hjá HSF hevur mett hesa frágreiðing somikið tyngjandi fyri ein spælara, at hesin nú fær tríggja daga leikbann.
Talan er um Hans Áka Dal Christiansen, sum sambært dómarafrágreiðingini skal hava tikið í eitt av umboðunum við dómaraborðið.
Tað er eitt rættiliga óvanligt stig, at leikbann verður givið, uttan at spælarin hevur fingið reytt kort í dystinum. Men formaðurin í Kappingarnevndini, Jógvan Martin Mørk, sigur, at tey vóru ikki í iva.
- Talan er um somikið tyngjandi frágreiðing, at vit ivaðust ikki í, at leikbann skuldi gevast, sigur hann.