Leikbann til Schweinsteiger

Miðvallarin hjá Manchester United hevur ikki kært leikbannið, og skal sita uttanfyri í fleiri dystir

Bastian Schweinsteiger hevur fingið leikbann í tríggjar dystir í Premier League, eftir at enska fótbóltssambandið hevur tikið eitt mál upp av sínum eintingum.

 

Tað var í Premier League dystum móti West Ham á Old Trafford, at Bastian Schweinsteiger sendi albogan upp í andlitið á West Ham verjuspælaranum Winston Reid í samband við frísparksstøðu til Manchester United.

 

Dómarin, Mark Clatterburg, sá ikki tilburðin, hóast hann hevði tosað við báðar spælararnar í løtuni frammanundan. Tí tók enska fótbóltssambandið málið upp. Týski miðvallarin valdi ikki at kæra málið og skal tí sita uttanfyri komandi tríggjar  dystirnar í Premier League.

 

Manchester United liggur í løtuni á fjórða plássi í Premier League.