Tá ið TB/FCS/Royn tapti 4-1 ímóti KÍ við Djúpumýru í dag stóð vanligi hjálparvenjarin, Palli Augustinussen, sum høvuðsvenjari á dómaraseðlinum. Hetta tí, at vanligi venjarin, skotski Maurice Ross, var leikbannaður. Tað verður hann eisini hósdagin, tá ið suðuroyingarnir taka ímóti Víkingi, tí skotin hevur fingið leikbann í tveir dystir.
Fótbóltssambandið hevur tó ikki - enn - givið nakra almenna grundgeving fyri, hví skotin er leikbannaður. Sum skilst er Maurice Ross leikbannaður fyri vanvirðiligan atburð ímóti dómarunum, tá ið suðuroyingarnir vóru á vitjan á Skála 14. juni. Tann dysturin endaði 2-2.
Tey, sum hava hoyrt Maurice Ross tosa við fjølmiðlarnar í ár, vita, at hann er speiskur og bersøgin. Og tað var hann framvegis eftir tapið í Klaksvík í dag.
- Eg eri eisini leikbannaður í dystinum ímóti Víkingi hósdagin. Eftir hendan dystin eri eg ikki leikbannaður longur - um ikki fótbóltssambandið eisini revsar meg fyri okkurt annað. Kanska dáma teimum ikki, hvussu eg eri ílatin í dag. Ella kanska fái eg enn eitt leikbann fyri tað, sum eg át til morgunmat í morgun. Sum nú er verði eg aftur á bonkinum til dystin ímóti NSÍ komandi sunnudag, sigur Maurice Ross.
Meira verður at lesa um bersøgna Maurice Ross í Ítróttarsosialinum í morgin.