Cristiano Ronaldo hevur fingið leikbann í tveir dystir, fyri at hava sparkað og sligið í dystinum móti Cordoba farna vikuskiftið. Cristiano Ronaldo fekk beinleiðis reytt kort og hevur síðani biðið um umbering.
Les eisini: Ronaldo sló og sparkaði
Í vikuni hevur ljóðað, at Real Madrid spælarin kundi fáa upp til tólv dystir leikbann, men hetta var ongantíð sannlíkt. Við leikbanninum skal Cristiano Ronaldo sita uttanfyri í dystunum móti Real Sociedad og Sevilla, men kann spæla móti Atletico Madrid um tríggjar dystir.
Les eisini: Ronaldo kann fáa 12 dystir leikbann
Cristiano Ronaldo bleiv fyrr í hesum mánaðinum valdur til heimsins besta fótbóltsspælara fyri triðju ferð.