Barry Ferguson verður ikki á skotska liðnum, sum í septeber spælir á útivølli móti Litava í EM-undankappingini. Ferguson hevði nevnliga gult kort undan uppgerðini á Svangaskarði, og tá hann fekk enn eitt eftir nærdyst við Mikkjal Thomassen, sleppur hann ikki á dómaraseðilin næsta undankappingardystin.










