Leikbann restina av kappingarárinum

Diego Costa hevur fingið eitt risa-leibann fyri ljótan málburð

Umstríddi áleyparin hjá Atletico Madrid, Diego Costa, hevur fingið leikbann í átta dystir frá spanska fótbóltssambandinum, eftir at hann bleiv útvístur í oddadystinum móti FC Barcelona, fyri at brúka serliga ljótan málburð.

##med2##

Diego Costa, sum upprunaliga er úr Brasil, men umboðar Spaina, bleiv útvístur eftir bara 28 minuttir, tá Atletico Madrid tapti 2-0 á Camp Nou í Barcelona í farnu viku. Hann var ónøgdur við dømingina og legði munnliga eftir dómarinum, har hann millum annað svertaði mammu hansara til.

Hetta kostaði honum eitt beinleiðis reytt kort. Spanska fótbóltssambandið sigur, at Diego Costa fær fýra dystir leikbann fyri ljóðan málburð, og fær fýra dystir fyri at halda fast í arminum á dómaranum, tá hann skuldi í lumman eftir kortunum.

##med3##

Tað eru bara sjey dystir eftir av landskappingini í Spania, so Diego Costa verður ikki at síggja aftur á vøllinum í hesum kappingarárinum. Spanskir miðlar meta eisini, at áleyparin helst hevur spælt sín seinasta dyst fyri felagið.