Leikbann í átta dystir

Diego Simeone fær drúgt leikbann fyri atburð sín í Super-Cup dystinum móti Real Madrid

Tað stóð nógv á venjaranum hjá Atletico Madrid, tá teir og grannarnir úr Real Madrid spældu seinna dystin í spanska Super-Cup, ið er dysturin millum meistarar og steypavinnarar.

 

Atletico vann dystin 1-0 og samanlagt gjørdist talan soleiðis um 2-1 sigur til Simeone og hansara menn. Men undir dystinum varð Simeone burturvístur, og tað vildi hann ikki góðtaka uttan víðari.

 

Somikið ringur var atburður hansara, at Simeone nú er dømdur átta daga langt leikbann. Tveir dystir fær hann fyri burturvísingina, fýra fyri at klappa einum dómara á høvdið, ein dag fyri speiskliga at fagna síni egnu útvísing og ein dag, tí hann noktaði at fara beina leið í skiftirúmið.