Leikbann gera framvegis um seg í Sarpugerði

HB hevur møguleika at senda Víking, sum saknar fleiri stuðulsspælarar, úr kappingini um silvurkrónurnar

FÓTBÓLTUR

 

Leikbannini hava seinastu vikurnar verið nógv hjá Víkingi, og tá ið HB sunnudagin í Gøtu fer at bjóða av í kappingini um silvur- og bronsumerkini, eru aftur tveir av víkingunum uttanfyri orsaka av leikbanni.

Talan er um Hans Jørgen Djurhuus, sum FSF aganevndin dømdi at sita uttanfyri í tveir dagar, og so Áslakur R. Petersen, sum varð útvístur, tá ið Víkingur síðsta sunnudag tapti 2-1 í Streymnesi.

Sunnudagin noyddist Andreas Lava Olsen tíðliga at taka seg burtur úr stríðnum, tí hann var skaddur. Talan er um vøddaskaða í lærinum, og í gjárkvøldið var tað rættiliga ivasamt, um vandamiklasti álopsspælarin hjá Víkingi verður førur fyri at spæla sunnudagin.

Atli Gregersen var leikbannaður síðsta sunnudag. Hann er tøkur aftur og verður í miðverjuni undir liðini á liðformanninum Niclasi Niclasen.

Tá ið HB 6. mai vitjaði í Sarpugerði endaði tað málleyst. Víkingur vitjaði HB 6. august. Ta ferðina var úrslitið eisini eitt stig í part. Síðstu løtuna spældi Víkingur við tíggju monnum, eftir at Hans Jørgen Djurhuus var útvístur. Kortini var heilt tætt við, at víkingar skoraðu sigursmálið, men úrslitið gjørdist 1-1.

Hóast teir í HB meta kappingarárið at vera meiri ella minni miseydnað, so hevur HB framvegis sjálvt møguleika at spæla seg til silvurkrónurnar. Um tað eydnast at vinna í Sarpugerði, so verður munurin millum HB og Víking sjey stig undan trimum teimum síðstu umførunum.

Síðsta sunnudag skoraði Vagnur Mohr Mortensen fínt frísparksmál ímóti ÍF. Vagnur er plágaður av skaða í lærkrikanum, og tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Annar møguleiki í miðverjuni undir liðini á Hans á Lag er Rasmus Nolsøe, sum seinastu ferðirnar hevur sitið nógv á beinkinum. Fróði Benjaminsen, sum ímóti ÍF var ímillum teir fyrstu ellivu fyri fyrstu ferð í langa tíð, er ein annar møguleiki í miðverjuni. Ímóti ÍF var Fróði framrættaður miðvallari.

Mortan úr Hørg hevur seinastu vikurnar verið plágaður av vøddaskaða í lærinum. Tað verður ikki roknað við, at hann verður førur fyri at spæla í Gøtu.