Fyrrverandi FC Barcelona-spælarin, Dani Alves, fekk beinleiðis reytt kort, tá ið hann og liðfelagarnir í PSG síðsta sunnudag taptu 2-1 í oddadystinum ímóti Lyon. Nú vísir tað seg, at leikbannið verður drúgt.
Franska fótbóltssambandið hevur tillutað 34 ára gamla brasilska høgrabakkinum tríggjar dystir leikbann fyri at hava verið ov naskur ímóti dómaranum, Clément Turpin, ið hevði bríkslað fyri frísparki, sum Dani Alves gjørdi.
Dani Alves var týðiliga misnøgdur við avgerðina hjá dómaranum, og at hann fór út um mark merkir, at hann má sita uttanfyri í eitt nú dagsins dysti ímóti Montpellier og steypadystinum ímóti Rennes í næstu viku.
Hendingin, har Dani Alves fekk beinleiðis reytt kort, sæst í sjónbandinum omanfyri.