Sjónleikarabólkurin Huðrar hevur opna upptøkuroynd til sjónleikin Othello, ið verður framførdur í Norðurlandahúsinum, Íslandi og á sjónleikafestivalnum Mondial Du Theatre í Monako í August 2009. - Vit leita eftir einum mannligum leikara til leiklutin Roderigo. Øll, ið hava hug at royna seg, eru hjartaliga vælkomin í Sjónleikarahúsið í Tórshavn sunnudagin 07.07.09 kl.14.00 stundisliga, sigur Búi Rouch, eina av oddamonnunum handan leikin Othello.
Víðari sigur hann.
- Vit leita eftir leikara í aldrinum 16-30 ár. Tó skal aldurin ikki takast ov bókstavuliga, vit hyggja meiri eftir, um tú hevur røttu persónligheit, og rætta úttrykkið, sigur hann.
Byrjað verður við felags upphiting og nøkrum spølum áðrenn farið verður undir upptøkuroyndina.
Einasta fortreyt er at nýggi leikarin kann leggja tíð til síðis at venja, ferðast og framføra frá 11. Juli til 27. August.
Um Huðrar
Sjónleikarabólkurin Huðrar varð stovnaður í Januar 2008 og framførdi Othello eftir W. Shakespeare í Sjónleikahúsinum í mai 2008. Leikurin bleiv sera væl móttikin og róstir av fjølmiðlunum. Eisini umboðaði Huðrar Føroyar á Norðurlendska NEATA teaturfestivalinum í Riga síðsta summar. Leikurin bleiv so væl móttikin á NEATA, at leikbólkurin bleiv boðin at koma til Mondial du Theatre sjónleikafestivalin í Monako 2009.
Huðrar er ein sjálvstøðugur bólkur av ungdómi, ið fæst við leiklist, dans og tónleik. Dentur verður lagdur á, at framføra nýskapandi leiklist, har aðrar listagreinir eisini eru ein nattúrligur partur av framførsluni.