Leikari sligin í Vági

Sendingin 3-2 hjá Sjónvarpinum vísti í gjár ein tilburð frá Formuladystinum í Vági millum VB/Sumba og EB/Streym, har ein leikari hjá EB/Streymi bleiv sligin í andlitið. Nú er spurningurin, hvørjar fylgjur hetta fer at fáa

Væl dámda ítróttasendingin hjá Sjónvarpinum, 3-2, sum verður send hvørt mánakvøld, var als ikki fyri børn, tá hon bleiv víst á sjónvarpsskíggjum kring landið fyrradagin.

Tá ið brot bleiv víst frá Formuladystinum í Vági, har EB/Streymur var á vitjan hjá VB/Sumba, sá man ein tilburð seint í dystinum, har EB/Streyma-leikarin, Hans Pauli Samuelsen, bleiv sligin í andlitið av venjaranum hjá VB/Sumba eftir sigursmálið, sum EB/Streymur fekk langt inni í yvirtíðini.

Hvat er hent undan sjálvum tilburðinum, har venjarin slær, er ikki enn greitt, men helst hevur venjarin verið bæði óður og harmur um málið, sum EB/Streymur fekk, samstundis sum hann eisini bleiv provokeraður eftir sjálvt málið. Hvussu er og ikki, so kann ein slíkur tilburður ongantíð forsvarast, tí at slíkt hoyrir als ikki heima á einum fótbóltsvølli.

Nú er spurningurin, hvørjar fylgjur hetta fer at fáa.


Dómarin sá ikki tilburðin

Gleðin var sjálvandi stór á EB/Streyma-leikarunum, tá teir fingu avgerandi málið í Vági, men mitt í allari gleðini bleiv eitt øgiligt rok á miðjum vølli, tá áðurnevndi tilburður fór fram. Hetta endaði við, at ein av útskiftingsleikarunum hjá EB/Streymi fekk gula kortið fyri sín leiklut í rokinum, og so var rokið yvirstaðið, og dysturin bleiv spældur liðugur.

Sum dómarin, Petur Reinert, segði í Sjónvarpinum í gjár, so sá hann ikki henda tilburðin, har leikari bleiv sligin, og tí er ikki væntandi, at nakað fer at standa í dómarafrágreiðingini, sum Fótbóltssambandi fer at fáa.

Tá vit tosaðu við fótbóltssambandið fyri løtu síðani, var heldur eingin klaga komin frá EB/Streymi, og sum skilst frá felagnum í Sundalagnum, so ætla teir ikki at senda klagu inn um tilburðin.


Fundur í Vági

Vit tóku eisini eitt prát við formannin hjá VB/Sumba, Bjarni Johansen, og hann segði, at teir heldur ikki hava tikið nakra endaliga støðu um tilburðin, sum fór fram móti dystarenda í Vági. Felagið hevði fund um málið í gjárkvøldið, men hvat felagið er komið ásamt um á fundinum, er enn ikki greitt.

Stendur einki í dómarafrágreiðingini, og verður eingin klaga send frá EB/Streymi, so liggur bólturin hjá starvsnevndini í fótbóltssambandinum. Starvsnevndin kann av sínum eintingum taka upp mál, sum hon metir vera neyðug, og so kunnu hesi málini fara til viðgerðar í aganevndini.

Fyri tveimum árum síðani skapti táverandi kappingarnevndin nýtt fordømi í føroyskum fótbólti, tá Bergur Midjord og Jón Johannesen fingu tríggjar daga leikbann eftir ein tilburð í dysti á Tvøroyri. Leikbannini ta ferðina vóru grundað á sjónbandaupptøkur, men seinni sama ár valdi nevndin ikki at brúka somu heimildir í øðrum førum.

Síðani hetta er reglurnar hjá Fótbóltssambandinum broyttar, og nú er tað starvsnevndin, sum hevur heimild at taka slík mál upp. Um teir ætla at taka hetta málið upp, er enn ógreitt.