Leikari farin

12. juli legði Róland Waag Høgnesen frá sær sum leikari í lívsins fótbóltsdysti, eftir at hava verið evnaríkur og sjónligur leikari stóran part av ævi síni.

Róland leikti á ymsum plássum, hann var góður í verjuni, men í álopsspæli sýntist hann altíð sera væl upplagdur, og varð upphav til mangt málið, bæði sum landsliðsleikari og sum leikari í donsku superliga?ini.
Nakað soleiðis kundi verið hugleitt um teg um ein nú skuldi hildið seg í fótbóltstermologi?ini, eisini eitt øki, ið tú hevði stóran áhuga fyri.
Tú vart føddur og uppvaksin í Klaksvík, næstyngstur av 4 brøðrum. Skúli og lærdómur vóru áhugaøki, ið tíðliga vóru kveikt, tí fór tú sum ungur fyrst til Havnar og sum 20 ára gamal til Keypmannahavnar at nema ær útbúgving.
Lestrarøkið var breitt, tó blivu fakini søga og religión tey tú tók útbúgving í, og har vektin av tínum lívstarvi varð løgd.
Men vit kendu teg eisini sum mannin við tí vælsignaða víða sjónarringinum.
Í nógv ár var tú miðsavnandi og sera virkin innan føroyska felagslívið í Keypmannahavn.
Á arbeiðaplássi tínum, studentaskúlanum í Hellerup var tú álitismaður og avhildin sum lærari og starvsfelagi.
Luttakari í almennum orðaskiftum um samfelagsviðurskifti her heima, men so sanniliga eisini um danskan nærpolitik ella samfelagsmál, og kundi tú tá verða bæði harðmæltur og treystur, men hóast sárur um ávísar hendingar, bar tú ikki agg (tað var bóltinum tú fór eftir og ikki leikaranum), men var lættur í lund. Humanistiska ástøði var títt kjølfesti, so tolerangsan sigraði yvir tí bansetta.
Áhugaøkini vóru so mong, fortíð, siðsøga, bókmentir og skaldskapur høvdu eisini tín serliga savnaraáhuga.
Tú vart vinsælur og ættarkærur sum fáur, og klaksvíkingur við stórum K.
75 blivu árini, og tey 55 í Danmark, men hóast fjarðstøðuna var tú altíð nærverandi og deiliga fordómsfríur í tíni luttøku á "Leikpalli Føroya", í føroyska samfelagsorðaskiftinum, ella tú átók tær uppgávur her heima sum prógvdómari, leiðbeinari og lærari tað eina árið.
Fakliga var tú kveikjari.
Tú var altíð klárur at dugna, so hjá fleiri var tú loyali kletturin tey stiðjaðu seg til í so ymiskum viðurskiftum.
Men fyrst og fremst var tú tann familjukæri abbin, ið so javnan vitjaði okkum, og sum vit gestaðu í summar.
Nakað var tú viknaður, men tú kløkkaði okkum við so brádliga at tveita litríka leikarabúnan og klæðast hin hvíta.
Dysturin verður leiktur víðari við einum leikara minni -og tó, á fleiri økjum vóru longu nýggjir leikarar settir við.
Friður verið við minninum um verfaðir

Hans Dávid Dam