Leikari deyður á vøllinum

Tað er ikki meiri enn lítil vika gingin, síðani alt fótbóltsongland varð skelkað av einum hjartatilburði í FA-cup dystinum millum Tottenham og Bolton, tá Fabrice Muamba small um (myndin).

 

Hann er tíbetur við at koma seg aftur, men í morgun bera danskir miðlar aftur eina syrgiliga søgu um ein fótbóltsleikara, sum er smallin um í einum dysti.

 

Talan er um indiska fótbóltsleikaran, 23 ára gamla D. Venkatesh, sum spældi í triðju deild í India.

 

Áleyparin kom á vøllin fyri lið sítt, Bangalore Mars eftir 73 minuttir, tá støðan var 2-0 tl heimaliðið móti South Western Railway, og small eitt korter seinni saman á Bangalore Football Stadium.

 

Sambært lokalum miðlum og AP var hvørki lækni ella sjúkrabilur á stadion, og leikararnir máttu tí praja ein súkklutaksa fyri at fáa leikaran á sjúkrahús. Hann varð koyrdur til Hosmat Hospital, men var deyður, tá hann kom fram.