Leikararnir stuðla FS Vágum

Sambært viðtøkum felagsins hevur Miðvágs Bóltfelag ikki heimild til taka seg úr samstarvinum FS Vágar, uttan so at hetta verður samtykt á aðalfundi

Nógv rumbul hevur verið í Vágum, síðani tað kom fram, at nevndin í MB hevði avgjørt at taka seg úr FS Vágum. Sum skilst er stór ónøgd um hesa avgerð, og nú er eisini komið fram, at nevndin í MB ikki hevur heimild til at steðga samstarvinum uttan eina serliga aðalfundarsamtykt.

Í stríð við viðtøkurnar
Í viðtøkunum fyri MB stendur, at felagið er limur í ÍSF, FSF og FS Vágum. Um Miðvágs Bóltfelag skal melda seg úr einum av hesum felagsskapum, skal hetta samtykjast á aðalfundi. Eisini stendur í viðtøkunum, at í minsta tveir triðingar av aðalfundinum skulu atkvøða fyri melda seg úr, og í minsta lagi 25 limir skulu verða til staðar á aðalfundinum, um hann skal verða viðtøkuførur. Hetta merkir sostatt, at avgerðin hjá nevndini í MB um at melda seg úr FS Vàgum er í stríð við viðtøkur felagsins og harvið ólóglig. Vit royndu í gjár enn einaferð at fáa fatur á formanninum í Miðvágs Bóltfelag, uttan at hetta tó eydnaðist okkum.
Sum tað eisini hevur verið skrivað her í blaðnum fyrr í vikuni, kravdi nevndin í MB at fáa allar spurningarnar skrivliga, um hon skuldi úttala seg til Sosialin, og harafturat skuldi øll nevndin í Miðvágs Bóltfelag verða til staðar, tá ið spurningarnir skuldu svarast. Eitt telefaks var tískil sent vestur við nøkrum spurningum, men enn er einki svar komið aftur úr Miðvági.

Stór ónøgd millum fólk í Miðvági
Ein av nevndarlimunum í FS Vágum er miðvingurin Bjarni Prior, sum eisini hevur drúgvar royndur sum aktivur leikari í bæði MB og FS Vágum. Hann sigur, at tað er stór ónøgd millum miðvingar um avgerðina hjá nevndini í MB. Bjarni Prior sigur, at fleiri miðvingar, millum annað hann sjálvur, hava síðani avgerðin kom fram, meldað seg úr Miðvágs Bóltfelag, og fleiri eru á veg at gera tað sama, sigur Bjarni Prior.
- mangan hevur man kent seg einsamallan í felagsarbeiðinum í FS Vágum, tí ivi hevur verið um uppbakningin til felagið, sigur hann og leggur afturat, at hetta er alt gjørt fyri skommum síðstu dagarnar, men nú eru øll á gosi og stuðla FS Vágum, sigur Bjarni Prior.
Í Vágum hevur tað eisini vakt undran, at eingin í FS Vágum var kunnaður um avgerðina hjá MB, áðrenn hon kom fram í fjølmiðlunum. Heldur ikki eru leikararnir á felagsliðnum tiknir við upp á ráð og hava tískil ikki havt møguleika fyri at greitt nevndini í MB frá teirra sjónarmiðum.

Leikararnir stuðla FS Vágum
Mikukvøldið hevði nevndin í FS Vágum boðað leikarunum til fundar í Sandavági, og har fekk nevndin fyri felagsliðnum at vita, at allir leikararnir standa aftan fyri felagsliðið. - Tað var eingin ivi um, at leikararnir bakka fult upp um FS Vágar, og skuldi felagsliðið blivið upployst, vilja so at siga allir leikararnir umboða SÍF í landskappingini, sigur Bjarni Prior. - Spælararnir vóru á einum máli um, at teir vilja ikki spæla ímóti hvørjumøðrum, tí teir vilja stilla upp sum eitt lið, og kann tað ikki verða sum FS Vágar, so verður tað sum SÍF, sigur nevndarlimurin í FS Vágum.

Arbeitt verður við eini loysn
Í løtuni arbeiða fólk í Vágum við at finna eina loysn upp á málið, og Bjarni Prior sigur, at í FS Vágum bíða tey eftir einum útspæli frá MB. - Vit hava enn ikki fingið nakað bræv frá Miðvágs Bóltfelag um útmeldingina, og tað haldi eg verða rættuliga løgið, sigur hann. Nevndin í SÍF, sum jú er saman við MB um felagsliðið FS Vágar, hevði enn ikki viðgjørt málið, tá vit tosaðu vestur hósmorgunin, tí formaðurin hevur verið uttanlands, men fundur var væntandi hóskvøldið, har málið skuldi umrøðast.
Sum skilst er ein loysn tó í eygsjón, men Bjarni Prior vil ikki koma nærri inn á, hvat hendan loysnin gongur út uppá. - Vit bíða framvegis eftir einum útspæli frá Miðvágs Bóltfelag, og tað besta hevði verið, um vit kundu funnið eina loysn, sum allir partar eru nøgdir við, sigur Bjarni Prior. Hann leggur afturat, at hann væntar ikki, at hetta fer at ávirka avrikini úti á vøllinum hjá felagsliðnum, tí tað hevði verið stórt spell.