Í eina viku nú hevur familjuleikurin Í Geyma gingið fyri fullum húsum í nýggju Athøllini í Norðurlandahúsinum. Stóri áhugin hongur uttan iva lutvíst saman við, at barnabókin Í Geyma eftir Dánjal Hoydal er sera væl umtókt millum børnini. Og eg giti, at fyri børnini er tað bæði stuttligt og spennandi at síggja, hvussu løgnu verurnar í bókini tíggja sær á palli.
At leikurin gjørdist ein heldur misjøvn uppliving fyri undirritaðu, kom kanska av, at eg ikki kendi verurnar í Geyma frammanundan. Hinvegin, so haldi eg, at ein leikur altíð so ella so eigur at kunna standa einsmallur. Og tá sjálv søgan ikki kann tryggja tað, mugu aðrir ellibitar í rótasúpanina.
Frálíkt samspæl
At summir bitar í leikinum eru heldur vatndeyvir, kunnu vit kanska bera yvir við. Serliga tí aðrir bitar eru so fullir av saft og kraft, at smakkurin av teimum kennist í langa tíð aftaná. Ikki minst tí samspælið millum tónleik og sjónleik í løtum er á einum støði, sum eg ongantíð fyrr havi sæð á palli í Føroyum. Til dømis er tað ein sonn fragd at síggja Hans Torgarð spæla leiklutin sum Klikkheys, samstundis sum hann leggur rødd til Brølapuna og um somu tíð má renna runt eftir tíðindum, sum hann pakkar í Slatritaskuna, til hann til endan missir Pippið. Um tað er frálíki tónleikurin hjá Kim Hansen, sum heldur lív í sjónleikinum hjá Hans Torgarð hesa løtuna ella øvut er ilt at siga. Og tað er væl besta prógvið um, at í framúr góðum sampæli megna staklutirnir at skapa ein heilt nýggjan heim.
Forfjónaðir staklutir
Í øðrum førum tykjast staklutirnir heldur forfjónaðir. Til dømis er tað heldur ógreitt, hvørjar leiklutir verur sum Lellurin, Olmussudýrið, Viks og Svansibob skulu fylla. Her er leikurin merktur av, at eitt fitt hugskot ikki altíð ber meir enn bara seg sjálvt.
Eisini tykist tað heldur malplaserað, tá leikurin brádliga flytir seg yvir í okkurt slag av meta-leiki við at gera vart við seg sjálvan sum sjónleik. Sum tá Roksimalena byrjar at syngja ein sang úr Klintrimús, og so knappliga steðgar og rópar "Halt kipp, skeivur leikur". Ella tá Grenjisurran má spæla eitt brot umaftur, tí hon hevði miskilt raðfylgjuna í rørslunum. Gamaní eru hesi brotini stuttlig í sær sjálvum, men sum partur av heildini er ringt at fáa eyga á, hvør meiningin er.
Dirvi til nýhugsan
Tá tað er sagt, havi eg sera stóra virðing fyri, at Tjóðpallurin hættar sær undir eitt so stórt, dýrt og øðrvísi projekt sum Í Geyma. Tað tryggasta hevði verið at tikið ein leik, sum 50 leikbólkar hava spælt fyrr, og har tú hevur vissu fyri, at bæði úrslitið og ummælini fara at vera fín. Í staðin hava tey satsað, tikið eina uppunaføroyska bók, gjørt hana til leik og borðreitt við ongum minni enn eini heimsfrumframførslu - í Føroyum.
Tjóðpallurin hevur langt síðani prógvað, at tey hava leikarar á sera professionellum støði. Við leikinum Í Geyma heva tey hartil víst, at tey eisini hava kreativitetin og dirvið til nýhugsan, sum skal til fyri at flyta føroyskan sjónleik inn í framtíðina - og har kanska entá eisini skapa okkara heilt egnu sjónleikatraditión.