Leikarar stuðla McLaren

Úrslitini hjá enska landsliðsvenjaranum, Steve McLaren, hava ikki verið av teimum bestu, og flerii vilja hava hann úr starvi sum enskur landsliðsvenjari.

Nú fær hann tó stuðul frá landsliðsspælarunum. – Tað eru vit og ikki venjarin, sum hava skyldina. Hann fyrireikaði okkum væl til dystirnar ímóti Ísrael og Andorra, sigur liðskiparin, John Terry, og hann fær stuðul av Steven Gerrard. – McLaren er okkara venjari, og vit trúgva uppá hann. Enska liðið bleiv pifta av vøllinum ímóti Andorra, sjálvt um teir vunnu 3-0. Áskoðararnir mettu ikki, at spælið var nóg gott.