Leikarar læra reglurnar

Áðrenn fótbólturin rættuliga fer í gongd, er gott hjá leikarum at verða mintir á spælireglurnar. Og í vikuni hava VB leikarar fingið orð dómarans um gult og reytt, men hetta er fyri at fyribyrgja, heldur enn revsa

Tað styttist til fótbóltsárið verður sett ígongd. Og av royndum vita leikarar, at óynsktu gulu og reyðu kortini ikki eru løtt at koma uttan um, tá menn gerast heitir.
Men hóast ymiskt er, hvussu væl ella illa feløg og leikarar eru roynd, so er ein roynd at fyribyrgja altíð gott hugskot og í vikuni vóru tað leikarar í Suðuroynni, ið fingu tilboðið.
Jens Petur Brattalíð, dómari, hevur boðið liðunum í oynni til fyrilestur um fótbóltsreglurnar, sonevndu Stevnuna, ið dómarar halda seg til.
Fyribils hava TB og VB tikið av og týskvøldið vóru tað VB-leikarar, ið hoyrdu um gulu og reyðu kortini og hvussu ein best sleppur undan at hoyra meira um tey, tá leikárið byrjar.