Fótbóltur
Klaksvíkingar hava í flestum førum nógv at fegnast um. Í vár varð staðfest, at tey eiga fremsta flogbóltsfelagið í landinum, og eisini í hondbóltinum gekk framúr. Í ár hevur ikki skorta við tiltøkum, sum skulu markera 100 ára dagin hjá KÍ, og sum prikkurin yvir tí so væl kenda i?num, so var býurin um vikuskiftið vertur fyri einum summarfestivali, sum man teljast millum mest væleydnaðu tónleikatiltøkini í Føroyum yvirhøvur.
Men í fótbóltinum er tó lítið at fegnast um. Seinastu tíðina hevur verið tosað um beinleiðis kreppu á liðnum, og hendan varð so dyggiliga undirstrikað á Eiði sunnudagin.
KÍ liðið var skert undan dystinum. Jákup Mikkelsen var skaddur, og Ove Nysted og Atli Danielsen vóru leikbannaðir. Hetta eru í øllum førum menn, sum saknur hevði verið í á einum og hvørjum liði í Føroyum, men fyrstu trý korterini vóru árini av hesum kanska ikki heilt so sjónlig. Tað kom illa við, at Marni Djurhuus longu í øðrum minutti kundi leggja heimaliðið framum, men annars tóktist spælið hjá KÍ at hanga rímiliga væl saman.
Vandamikið gjørdist tað tó sjáldan, og heldur kundu vertirnir økt um munin, tá teir við ferð kontraðu niðan eftir vøllinum, men í steðginum tóktist talan tó framvegis vera um eina hampuliga javna uppgerð.
Ein perla frá Hans Paula
Hetta broyttist tó eftir steðgin. Hálvleikur var ikki gamal, tá toppskjúttin hjá EB/Streymi, Sonni L. Petersen, økti um leiðsluna, tá hann var leiktur blankur av Marna Djurhuus, og so skramblaði korthúsið hjá KÍ saman.
At EB/Streymur bert fekk tvey mál eftir hetta, kunnu teir einamest takka sær sjálvum fyri, tí møguleikarnir vóru til fleiri afturat.
Áskoðararnir vóru tó vitni til eina sanna perlu, tá Hans Pauli Samuelsen økti til 3-0. Ein langur bóltur varð leiktur inn um verjuna, og mest sum í somu rørslu, tamdi Hans Pauli fyrst við høgra beini, áðrenn hann langaði til við vinstra. Ein perla av teimum heilt sjáldsomu.
Og so var Hans Pauli eisini arkitekturin aftan fyri seinasta málið hjá EB/Streymi, tá hann sendi innfyri, soleiðis at Sonni kundi stúta seg upp á næst ovasta plássið á føroyska máltindinum.
KÍ-árið er av
Við sigrinum lyfti EB/Streymur seg enn einaferð upp eftir stigatalvuni, har teir nú eru um reppið at fáa samband við tey liðini, ið stríðast um heiðursmerkir. Hvørt samansetta liðið av álvara kann leggja seg út í hetta stríðið, er tó framvegis ein opin spurningur, men tað er einki at ivast í, at hetta er aðalsetningurin hjá liðnum. Næstu ferð hava teir trupla uppgávu í Vági, og til tann dystin mugu teir so vera Hans Paula Samuelsen fyriuttan. Hinvegin verður Sorin Anghel tá við aftur.
Hjá KÍ tykist kappingarárið longu nú at vera mest sum liðugt. Einamest, so munnu teir á liðnum fegnast um, at teir hóast alt hava skavað somikið av stigum saman, at niðurflytingin helst ikki fer at hótta, men hetta man tó vera langt ífrá nóg mikið til at nøkta krøvini frá áskoðarunum.
Enn tykjast tó ikki nøkur kollveltandi stig at vera ávegis. Boðini eru framvegis, at venjararnir sita tryggir í sessum sínum, og evstamarkið at fáa nýggjar leikarar er so eisini runnið, so tað verður heldur ikki á tí mótinum, at broytingar verða gjørdar.