Leikandi lætt hjá HB

Longu eftir góðum minutti hevði Tór-Ingar Akselsen lagt HB á odda, og so var kósin sett. AB hevði stutt eftir bóltin í netinum, men linjuverjin metti tó, at talan var um rangstøðu, tá Súni Fríði Barbá stútaði í netið.

Leikliga var HB omaná, og tá Milan Kulic økti til 2-0, var mest sum allur ivi ruddaður burtur.

Tór-Ingar økti beint undan steðginum, og í seinna hálvleiki kundi HB veruliga taka sær av løttum. Tað gav í nøkrum førum AB møguleikar, men teir megnaðu tó ikki at taka av. Í hinum endanum hevði HB tó eisini sínar kjansir, og serliga mundi Christian Høgni Jacobsen iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa gongd á málskjótingina.

Móti endanum økti Rókur F. Jespersen.

 

HB-AB 4-0 (3-0)

1-0: Tór-Ingar Akselsen

2-0: Milan Kulic

3-0: Tór-Ingar Akselsen

4-0: Rókur av Fløtum Jespersen