Leikalund spílar seg út

Tónleikur, skemt, upplestur og annað verður á skránni í gamla einahandlinum úti í Klaksvík sunnudagin. Millum tey sum verða við eru Faroe5, Sjúrður Skaale og Búi Dam Gomlu handilshúsunum úti í Klaksvíksgarðinum verða sunnudagin 21.desembur karmur um tiltak við tónleiki og upplestri.

 

Tey, sum framføra tónleik, eru vælumtókti bólkurin FAROE5 og hin ungi yrkjarin og lagsmiðurin Rógvi Jacobsen. Tey sum lesa og siga frá eru Sjúrður Skaale, Bergur Rasmussen, Rakel Helmsdal og Búi Dam.

 

Kl 1430 framføra FAROE5.

Asta, Vígdis, Jónvá, Ragnhild og Lillian fara at framføra sangir av nýggju fløguni.

 

Kl 1515 lesur Búi Dam

Búi Dam, rithøvundur, lesur úr bókini Drongurin sum gloymdi hvussi mann spælir.

 

Kl 1530 lesur Rakel Helmsdal.

Rakel Helmsdal, rithøvundur, lesur úr Úr mosakulluni. Við Nóa og Bessa Bø og Vespertiliu byrja vit eina langa ferð í einum lítlum heimi.

 

Kl 1545 lesur Bergur Rasmussen.

Bergur Rasmussen, rithøvindur, lesur úr nýggju bók síni um gentuna Erlu og vættrina Sópikinn.

 

Kl 1600 sigur Sjúrður Skaale frá ?E elski Førjar?

Úr sínum sjáldsama brunni oysir Sjúrður við einum undaligum steypi ein drykk, sum fær sjálvt hin sorgblíða at smílast av heilum hjarta.

 

Kl 1615 framførir Rógvi Jacobsen nakrar sangir.