Leikaland í Páls- og Marghøll

Heystfrítíðin er byrjað, og hóast mong eru upptikin av slakti og øðrum, so eru óviað fleiri  í yngra ættarliðnum, ið hava hug at stuttleika sær hesar frídagarnar.

Og møguleiki er fyri hesum, tí í døgunum 17. til 19. oktober 2019 er Leikaland í Marghøllini og Páls Høll í Vági.

Tá verður skipað fyri ymiskum. Møhuleiki er at nýa Marghøllina, har eisini ymsar hoppiborgir verða settar upp, og klatriveggurin er tøkur. Pálshøll hevur eisini ymisk tilboð; svimjing fitness, sauna og hitapattar.

Nærri sæstum tiltøkini á palsholl.com og marghollin.fo.