Leikadagur

Elin K.Mouritsen skipar fyri innsavnan av leikum til børn í Rumenia og Albania

Leikudagur?98, sum verður nú mikudagin 3. mai, fer í at samla leikur inn til børn í flóttalegum, og til børn í Rumenia og Albania, har stórur tørvur er á leikum.

Elin Mouritsen, sjónleikari, sum stendur fyri tiltakinum, hevur aftur í ár sett seg í samband við Birgir Andreassen, ið hevur játtað, at Kosovo-Rumenia hjálpin skal fáa leikurnar fram til børnini.

Heili 50 m3 av leikum komu inn í fjør.

Kosovu-Rumenia hjálpin fekk tær fram til børnini í flóttalegunum.

Elin takkar hjartaliga øllum teimum fólkum,sum í fjør vóru við til at gera Leikudag?98 so væleydnaðan,og vónar,at fólk vísa somu vælvild í ár.

Innsavningin verður mikudagin 3.maj frá kl.13.00 til 18.00 uttanfyri Ide-Møblar á Hálsi, har ein bingja stendur til endamálið.Elin saman við øðrum taka

ímóti leikunum.