Leikætlanin helt

Kyndil hevði sett sær fyri, at VÍF skuldi køvast við høgari leikferð fyrstu longu løtuna

Hondbóltsprát

Ein løtu stóð hann og spruttaði eftir dystin. Einamest um dømingina, men tá vit hittu hann á orði um hetta, tóktist Janus Einar Sørensen kortini ikki vilja siga tað heilt nógva um akkurát tann partin.
- Tað er væl altíð soleiðis, tá vit spæla móti VÍF. Tú ert brennandi heitur, meðan dysturin stendur á, og tað verður bæði givið og tikið av heilum hjarta. So vit vita av, at tað verður heitt. Men tá tað er sagt, so haldi eg samstundis, at dómararnir kundu lagt eina betri linju, staðfesti hann.
Tá tosið fall inn á sjálvan dystin, staðfesti sterki strikuspælarin, at spæliætlanin hjá Kyndli var eydnast nærum til fulnar.
- Vit tosaðu um, at vit skuldu seta ferðina í topp frá fyrsta bríksli. Tann parturin eydnaðist framúr væl, og seks mál framman fyri í steðginum skuldu eisini verið nóg mikið at tryggja okkum sigurin.
Men tað var um reppið, at VÍF tók tykkum aftur. Vóru tit ikki nóg klárir til seinna hálvleik?
- Tað er sama søgan aftur hjá okkum. Tá leikararnir byrja at dúva upp á einmansavrikini, heldur enn at koyra sum eitt lið, koma vit í trupulleikar. Tað var eisini um reppið, at hetta kostaði okkum heilt dýrt hesaferð. Eisini tí at talan móti endanum gjørdist um nógv stríð og ov lítið spæl.
- Ikki tí. Stríðsvilji og harðir nærdystir hoyra til eina slíka uppgerð, og eg haldi so eisini, at áskoðararnir eisini fingu onkrar góðar detaljur. Men sum heild kundi eg ynskt mær, at okkara avrik var meira støðugt skipað ígjøgnum allan dystin, segði altso Janus Einar Sørensen at enda.