Leigusveinur nú HB ari

René Shaki Joensen heldur fram við HB, nú sáttmálin við Brøndby er útgingin

Tað boðar heimasíðan hjá HB frá í dag. René bleiv í vetur leigaður frá danska Brøndby ÍF og hevur at kalla spælt fast á HB liðnum.

 

René hevur eina ætlan um at spæla yrkisfótbólt uttanlands, og at feløg sum Roskilde, Skive og FC Vendsyssel hava verið nevnd.

 

Hetta er so fyribils útsett. HB hevur eisini fleiri spennandi uppgávur fyri framman. Liðið skal spæla Champions League í summar og hevur ein møguleika at koma víðari úr fyrsta umfari. Eisini hevur HB liðið kós móti steypafinaluni og er við í stríðnum um meistaraheitið.

 

Heimasíðan hjá skrivar:

 

Sáttmáli er í dag gjørdur millum Havnar Bóltfelag og René Shaki Joensen. Við hesum er René knýttur at felagnum í fyrsta umfari í eitt ár.

 

René varð leigaður frá Brøndby í tíðarskeiðiðnum frá januar til juni, og hevur síðani verið partur av EFFO Hópinum hjá HB.

 

Leigusáttmáli við Brøndby gongur út í endanum av juni, men nú hevur leiðslan í HB so við nýggjum sáttmála tryggjað, at framúrskarandi ungi leikarin eisini verður í EFFO hópinum fram til komandi summar

 

René skal byrja í skúla í hesum tíðarskeiði, so tað verður lesnaður og fótbóltur, sum koma at mynda gerandisdagin hjá honum komandi árið

 

Vit fegnast sjálvandi almikið og ynksj René og øllum hansara og okkkum sjálvum eisini, hjartaliga til lukku við sáttmálanum.