Løgmaður heldur fast í, at hann fekk ikki politiska undirtøku fyri at lata aftur sendistovuna í London. Tí er ætlanin slept.
- Tað var ein rein spariætlan, tá vit í 2012 gjørdu av at lata aftur sendistovuna í London og í staðin røkja virksemið úr Brússel, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tað var 16. mars í fjør, at Løgmansskrivstovan boðaði frá avgerðini um at lata aftur sendistovuna í London. Men tá Kaj Leo Holm Johannesen fyrr í oktober svaraði einum fyrispurningi frá Poul Michelsen um sendistovuvirksemi, upplýsti løgmaður fyri løgtingium, at ætlanin at stongja í London var endaliga slept.
- Tað bleiv so øgiliga kensluborið. Fólk fóru at tosa um flaggið og tað mugu vit eisini virða. Tí verður ikki talan um at niðurleggja sendistovuna í London, segði Kaj Leo Holm Johannesen á tingsins røðarapalli henda dagin.
Men løgmansstjórin hevði tó eina aðra frágreiðing.
- Orsøkin til at sendistovan ikki verður niðurløgd og virksemið flutt til Brússel er, at leigusáttmálin um sendimannaíbúðina í London vísti seg ikki at kunna sigast upp í leigutíðarskeiðnum, sigur Marjun Hanusardóttir.
Sambært løgmansstjóranum er leigutíðarskeiðið frá september 2011 til august 2014.
Kortini tvíheldur løgmaður um, at avgerðin um ikki at lata aftur sendistovuna í London komst av, at politisk undirtøka fekst ikki fyri tí.
- Eg sá skjótt, at stór mótstøða var ímóti hesi ætlanini í løgtinginum, bæði í samgongu og andstøðu. Og er ikki politisk undirtøka fyri eini spariætlan, so kann hon ikki gjøgnumførast, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tá avtornaði vísti tað seg, at sparing fekst eingin við at lata aftur í London. Tí Løgmansskrivstovan hevði sum nevnt bundið seg til ein leigusáttmála til íbúðina hjá føroyska sendimanninum í bretska høvuðsstaðnum.
- Nei, har var heimaarbeiðið ikki gjørt ordiligt, viðgongur Kaj Leo Holm Johannesen ídag.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 kostar føroyska sendistovan 2.862.000 krónur at reka næsta ár. Tað eru 525.000 krónur meira enn í ár. Men sendistovan skal ætlandi selja vørur og tænastur fyri 250.000 krónur næsta ár, og tí er nettoútreiðslan 2.612.000 krónur
Føroyska sendistovan í London hevur øll árini síðani 2002 hildið til í hølum hjá donsku sendistovuni í bretska høvuðsstaðnum.
Les eisini:
Leigusáttmáli stýrir uttanríkispolitikki