Nógv rok hevur seinastu dagarnar verið um leiguíbúðirnar Mark, og ætlanini hjá felagnum, ið eigur íbúðirnar, at koyra tey lesandi út ein mánað um árið, so at felagið kann fáa inntøkur frá ferðafólkum um summarið.
MFS hevur funnist at ætlanini og við Kringvarpið segði Andrass Holm Arge, formaður í Leigunevndini, at tað er ólógligt at koyra fólk út úr leiguíbúðum í ein mánað um árið, men at tað ber til at gera stutttíðarleigumál, ið inniber, at fólk fara úr íbúðunum í juli, og síðan gera ein nýggja avtalu, ið byrjar í august.
Júst tað er eisini leisturin, ið Mark brúkar, og sum er avtalað við Leigunevndina. Tað sigur Birgir Dam Jacobsen, ið er ein av monnunum aftan fyri verkætlanina, við mikudags-Sosialin.
- Vit hava gjørt allar leigusáttmálar í samráð við Leigunevndina, sum hevur góðkent sáttmálarnar. Tað er eingin trupulleiki at leiga slíkar íbúðir út í 11 mánaðir um árið, tá alt er avtalað frammanundan, sigur Birgir Dam Jacobsen við blaðið.
Birgir Dam Jacobsen harmast um tað orðaskifti, ið hevur verið um málið, og vísir á, at hetta verður gjørt fyri at veita so bíligar leiguíbúðir sum gjørligt.
- Verkætlanin er grundað á, at leiguprísurin hjá teimum lesandi skal vera so lágur sum gjørligt. Men fyri at fáa verkætlanina at hanga saman, so er neyðugt við eyka inntøkum, og um summarið ber væl til at leiga út til ferðafólk, sigur Birgir Dam Jacobsen.
Les meira um málið í mikudags-Sosialinum.