Leigulógin – hvørjum tænir hon mest?

Eri samd við Hans Paula Strøm landstýrismanni, at útsøgn mín um, at leiguglógin tænir útleigarans áhugamálum meiri enn leigarans er yvirfladisk, og eisini óáhugaverd, um ongin grundgeving er fyri hesi. Og rætt er, at í sjónvarpssendingini í Degi og Viku tann 26. dec. 07 var ongin grundgeving fyri hesi útsøgn míni. Av eini hvørji orsøk varð valt at klippa hesa úr og lata útsøgnina standa einsamalla

Grundgeving mín framkom annars sum úrslit av eini samanbering við ógvuliga centralar reglur í verandi leigulóg (sum tó bert er galdandi fyri Tórshavn) við nýggju reglurnar í fyriliggjandi lógaruppskot um leigulóg.

 

Áhugamál leigarans er at leiga ein hampuligan búðstað fyri eina hóskandi upphædd og við trygd móti tilvildarligari uppsøgn. Galdandi leigulóg tekur hædd fyri trygd móti uppsøgn og at leigutreytirnar ikki eru órímiligar, herundir at leiguupphæddin er hóskandi. Ì nýggja lógaruppskotinum er støða leigarans munandi skerd, og var tað eisini beinleiðis orsøk til útsøgn mína:

 

1. Trygd móti uppsøgn av bústaðarleigumáli

Í verandi leigulóg, kann tann, sum leigar út til bústað, ikki siga leigara, sum heldur skyldur sínar sambært sáttmálanum, upp at flyta úr bústaðnum, uttan so, at útleigarin skal brúka tað útleigaða til egna nýtslu. Í nýggju lógini kann útleigarin uppsiga leigaran við 2 mánaða uppsøgn - uttan mun til hvør grundgevingin er.

 

Bert um tú er leigar frá onkrum, sum leigar út til fleiri enn 3 ymisk, typiskt tú er leigari í einum íbúðarblokki, fær tú somu trygd sum eftir galdandi lóg. Hetta verður í lógini nevnt fyri vinnulig útleigan. Við tí bústaðarmynstri sum finst í Føroyum, í Tórshavn og uttanfyri Tórshavn, eru ikki nógv bústaðarleigumál, sum kunnu roknast sum vinnulig. Tvørturímóti koma flestu leigusáttmálar at fella undir privata útleigan og altso geva ein rætt til útleigaran at uppsiga leigubústaðin við 2 mánaðum – uttan serliga grundgeving. Ein greið skerjing av rættindunum hjá leigaranum.

 

Viðmerking: Argumentið um, at reglan skal tryggja fleiri leiguhølir tøk á markaðinum, nú útleigarin ikki nýtist at binda seg í meiri enn 2 mánaðir, tykir mær tunnligt, tá havt verður í huga, at nógvir eigarar og leigarar als ikki kenna galdandi reglurnar um uppsøgn, og tí heldur ikki hava brúkt hesar. Annars ber eisini til við leigubyrjan at gera tíðaravmarkaði leigumál við møguleikum um tíðarleingjan – so sum gjørt er higartil og sum hevur riggað væl.

 

Hetta var fyrra grundgevingin fyri útsøgn míni.

 

2. Leiguupphæddin og Leigunevndin

Í verandi leigulóg hevur Leigunevndin heimild at taka støðu til støddina á leiguupphæddini og áseta hesa av nýggjum um Leigunevndin metir hana ov høga í mun til tað, sum útleigað verður. Fólk hava t.d. kunnað vent sær til Leigunevndina og mótmælt, tá útleigarin hevur hækkað leiguna. Hesa heimild hevur Leigunevndin ikki longur, og onki framgongur í lógini um ætlanir herum.

 

Ásetanin av leiguupphæddini er tann týdningarmesti parturin í einum leigumáli og er ongin myndugleiki, sum kann regulera hesa – ja so verður tað aftur her marknaðarkreftirnar einsamallar, sum at ráða.

 

Hetta var onnur grundgevingin fyri útsøgn míni.

 

Viðmerking: Um áhugi er at regulera leiguupphæddina, so kann hetta lættliga gerast við at geva Leigunevndini heimild eftir áheitan at meta um upphæddina, út frá stødd, kvaliteti v.m., so sum hon í dag hevur heimild til, men sum eisini bert fá eru vitandi um. Dugi als ikki at síggja, at ein broyting og regulering á øllum føroyska sethúsamarknaðinum við almennum virðisásetingum v.m. skal verða fortreyt fyri hesum.

 

3. Lógin er tannleys

Tað, sum eftir stendur er, at vit fáa eina leigulóg galdandi fyri alt landið. Tað er gott og eisini sjálvsagt. Lógin skal fylgjast upp við standardleigusáttmálum og -skjølum sum skulu krossast av og útfyllast, tá flutt verður inn í hølini. Hetta skal tryggja ein kvalitet í tí, sum verður útleigað og geva útleigara og leigara møguleika at hava skrivligt tilfar at venda aftur til, tá ósemjur seinni stinga seg upp um tað leigaða, manglar og skaðar. Hetta er nýtt í mun til galdandi lóg og eisini tiltrongt, men á centralu økjunum um leigutrygd, støddina leiguupphæddini, og heimildina hjá Leigunevndini, er lógin ikki eitt framstig.

 

Tað bøtir sjálvandi ikki um møguleikan at seta seg inn í lógaruppskotið, at beinleiðis skeivleikar á týðandi økjum eru í viðmerkingunum til lógaruppskoti, sum t.d. at “... Leigari hevur í verandi støðu onga rættartrygd, tá talan er um hækking av leigu. Støðan í dag er, at útleigari kann uttan ávaring siga leigumálið upp...”